logo

Um okkum

BUGV (búgv) er tann einasti portalurin, sum savnar allar sølulistarnar hjá teimum størstu ognar- og húsameklaravirkjunum í Føroyum.

Endamálið er at gera eina tænastu, sum er løtt at brúka og sum innheldur ein fullfíggjaðan sølulista av øllum húsum og ognum, sum eru til sølu í Føroyum.

Hendan heimasíðan spratt úr míni egnu frustratión, tá eg skuldi inn og út úr øllum teimum ymisku heimasíðunum, fyri at halda meg dagførdan í tí Føroyska sølumarknaðinum. Hetta var møðisligt og tað eigur tað ikki at vera.

Eg avgjørdi tí at innsavna dátu fyri at spara tíð og strev. Nú ynski eg at deila heimasíðuna við tykkum, sum møguliga sita við somu frustratión sum eg.

Eg vóni at tit fáa gleði av henni, og at tit finna tykkara dreyma heim 🙂

Gó∂a eydnu

[email protected]